KÍ-NSÍ
Tá ið KÍ og NSÍ fara á vøllin í Klaksvík í dag, kenna báðir partar seg hava nógv at spæla fyri. NSÍ hevur framvegis møguleika at røkka bronsukrónunum, men so skal tað ganga framúr væl.
- Vit hava tvær ferðir fyrr í ár vunnið á KÍ 3-2 í Klaksvík og 1-0 í Runavík og vit hava framvegis nógv at spæla fyri. Tað hevði verið sera óheppið, um vit ikki vóru klárir at taka okkum av bronsukrónunum, um Skála ikki vinnur á GÍ, heldur Trygvi Mortensen, NSÍ venjarin, sum hevur allar spælararnar tøkar, og sum ikki ætlar sær at gera nýggjar royndir við NSÍ uppstillingini í Klaksvík. Tað heldur hann dystin vera ov týdningarmiklan til.
Oddbjørn Joensen fer fyri seinastu ferð at hava ábyrgdina av KÍ liðnum. Ábyrgdina fekk hann, eftir at KÍ móti NSÍ í Klaksvík 1. mai hevði verið á odda 2-0 og kortini tapti 3-2. Tað var eftir ta uppgerðina, at Ove Flindt Bjerg varð uppsagdur.
Tað er greitt, at Oddbjørn Joensen ikki skal venja KÍ næsta ár. Kennir tú ikki tað sum misálitisváttan?
- Eg havi valt at fokusera upp á uppgávuna, sum eg fekk. Hon var at hava ábyrgdina av KÍ í ár. Liðið var illa fyri, tá ið eg kom norður, og tað gjørdist uppaftur verri, tá ið Eyðun Klakstein og Erling Fles í summar vórðu langtíðarskaddir. Tá var møguleikin fyri niðurflyting ikki langt burtur. Vit royndu onkrar ungar og evnaríkar spælarar, men uppgávan var ov stór hjá so ungum monnum. Tíbetur fingu vit onkrar veteranar at hjálpa til, og saman við onkrum øðrum yngri monnum, sum aftur vórðu tøkir, hevur tað eydnast at hildið liðnum í deildini. Hvat spælinum viðvíkur, so hava vit móti øllum teimum fýra ovastu víst góð avrik, men tíverri hava úrslitini oftast koppað skeiva vegin. Nú hava vit síðsta møguleikan, og eg kenni á spælarunum, at teir eru uppsettir, sigur Oddbjørn Joensen.
Men ert tú vónbrotin av ikki at hava fingið møguleikan at halda fram?
- Eg havi valt at taka hetta, sum tað er komið. KÍ er felagið, sum eg eri uppvaksin í, og felagið fer altíð at standa mær nær, og eg ynski teimum alt tað besta. Tá ið KÍ í summar samráddist við nýggja venjaran órógvaði tað, og eg spurdi meg sjálvan, um eg skuldi taka meg aftur ella halda fram. Eg fekk holla ráðgeving, og nú eri eg fegin um, at eg helt fram, sigur Oddbjørn Joensen.
Í Klaksvík eru allir spælararnir tøkir. Eisini Ovi Nysted, sum fekk reytt kort eftir dystarlok móti HB! Dómarin og dómaraeygleiðarin hava báðir í frágreiðingum sínum til kappingarnevndina ásannað, at liturin á kortinum var skeivur, og tað hevur kappingarnevndin tikið til eftirtektar.
Inntil fyri stuttum var møguleiki fyri, at KÍ skuldi flyta niður í dag. Síðsta umfarið í 1988 hevur kenst sum marra hjá klaksvíkingum, ið hava stúrt fyri endurtøku av tí dramanum. Ta ferðina hevði KÍ flutt niður, um NSÍ hevði fingið stig. KÍ vann 2-1, og NSÍ flutti niður. Men tað var tætt við, at heimaliðið reyk, og hjá summum KÍ viðhaldsfólkum fer tað framvegis kalt niður eftir rygginum, tá ið tey hugsað um NSÍ stútaran á tvørtræið dygst undan leikloki!