Hondbóltur
Skal metast eftir gongdini og arbeiðssetninginum síðani jólasteðgin, so var hetta tó ikki so óvæntað. Vitandi, at talan kortini verður um at byggja eitt nýtt lið upp, hevur VÍF mest sum sett sett við av nýggjum, og her og nú hevur tað kostað eina niðurflyting.
Vónin er tó sjálvandi, at hetta arbeiðið kortini er nakað, sum fer at bera ávøkst í framtíðini. Og tað er kanska heldur ikki so ósannlíkt.
Framtíðin var tó ikki sunnudagin. Tá var tað kaldur veruleiki, og hesin staðfesti, at Søljan við einum sigri fekk bjargað síni tilveru í Sunset-deildini. Talan var annars um ein rættiliga javnan fyrra hálvleik, men stutt eftir steðgin skrædnaði millum liðini. Eftir lítlum korteri hevði Søljan strítt seg fýra mál framum, og tann munin fekk VÍF ongan tíð aftur.
Fyrsti Tjaldurs-sigurin
Fyri fyrstu ferð í tvey ár eydnaðist kvinnuliðnum hjá Tjaldri at vinna landskappingardyst.
Hetta hendi, tá StÍF var á vitjan í Runavík leygardagin. StÍF hevur annars víst seg sum sterkasta liðið í niðara Sunset-bólkinum, og tí mundu tey flestu vænta, at talan fór at gerast um tryggan útisigur, men Tjaldur vildi tað tó øðrvísi.
Hóast sigurin, so mugu tey í Tjaldri tó staðfesta, at tað ikki varð í ár, at felagið skuldi bíta seg fast í ovara partin av føroyskum kvinnuhondbólti. Saman við V´FI, so noyðist Tjaldur eina deild niður at spæla komandi heyst. Men gongur fyrri parturin av tí setninginum væl, bíðar aftur eitt møguligt uppflytingarspæl.
Tíverri hava vit ikki móttikið nakran dómaraseðil úr Runavím, so vit hava ikki hagtølini fyri dystin.
Fakta um dystirnar
VÍF-Søljan 19-25 (8-9)
Málskjúttar
VÍF Jacklin Durhuus 10(4), Tórgunn H. Johansen 4(1), Heidi Joensen 3(1), Finngerð Joensen 2
Søljan: Hertha Simonsen 5, Heidi Maria Akselsen 5(3), Fía Selma Nielsen 4, Arnleyg Haraldsen 3, Sólja Jóanesdóttir 2(1), Petra Thomassen 2, Erla Samuelsen 1, Jana Jacobsen 1, Louisa Niclasen 1, Irdi Mikkelsen 1
Brotskøst: VÍF 7, Søljan 5
Útvísingar: VÍF 2, Søljan 2
Dómarar: Rúni Mohr & Hartvig Joensen
Tjaldur-StÍF 28-23
Eingin dómaraseðil móttikin