Niðurflyting hóttir Holst

Christian Lamhauge H olst og teir úr Silkeborg eru nú undir niðurflytingarstrikuni eftir 0-1-tap fyri Randers leygardagin

Tað gongur ikki væl hjá Christiani Lamhauge Holst og teimum úr Silkeborg. Eftir seks dystir hevur Silkeborg nú framvegis bara trý stig, og er tað nokk til at teir eru undir niðurflytingarstrikuni og á næstaftasta plássi.
Um vikuskiftið høvdu teir vitjan av uppflytarunum úr Randers FC, og eiheldur hesaferð fekk Silkeborg stig burturúr. Randers FC vann nevniliga dystin 1-0 við máli, sum Alexander Fischer skeyt eitt korter fyri leiklok.
Uppflytararnir úr Randers FC hava fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið og eru á einum øðrum plássi í Superliguni. Teir eru tvey stig aftanfyri oddaliðið FCK.

René ikki við í Parkini
René S. Joensen var ikki við Brøndby, tá felagið leygarkvøldið fekk 1-1-javnleik ímóti FCK í Parkini.
Hann hevur longu fingið sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá Brøndby og hevur javnan verið úttikin til dystirnar hjá Brøndby, men leygarkvøldið kundi René S. Joensen fingið eina uppliving av teimum stóru, tá ið arvauppgerð var ímillum FCK og Brøndby. Tað fekk hann tó ikki. Hóast René var úttikin til upp­runaliga hópin, so varð hann skilaður frá til at sita á beink­inum.
Tískil kundi hann bara hyggja at dystinum, og sá hann lið­felagar sínar fáa 1-1-javnleik. Nicolai Jørgensen legði FCK á odda átta minuttir inn í seinna hálv­leik, men seks minuttir áðrenn leiklok javnaði Clarence Goodson fyri Brøndby. 1-1 gjørd­ist eisini endaliga úrslitið.
FCK er framvegis á odda í Superliguni við 14 stigum fyri seks dystir. Brøndby hevur ein­ans fýra stig og er á trið­aftasta plássi.