Niðurflyting hóttir B71

Nú sær av álvara svart út hjá B71, sum ikki hevur vunnið ein dyst síðan 27. apríl. Í gjár tapti B71 0-2 móti NSÍ heima á Sandi

Fótbóltur

 

Jagstranin eftir stigum í ævigu kappingini um yvirliving í Formuladeildini helt fram hjá B71, tá ið teir í gjár fingu vitjan av meistaraliðnum, NSÍ. Gongdin hjá NSÍ hevði verið góð undan dystinum, har teir høvdu vunnið tveir teir seinastu dystirnar við málúrtøkuni 5-0. Gongdin hjá sandoyingum hevur harafturímóti verið ræðulig, og vit skulu leita okkum heilt aftur til 27. apríl í ár, áðrenn vit finna seinasta sigur hjá teimum. Tá vunnu teir 3-1 á Skála.

 

NSÍ klárir frá byrjan

Sum ikki einaferð kom B71 afturúr í fyrra hálvleiki. NSÍ legði bragdliga fyri, og tryggjaði sær tvey hornaspørk beinanvegin. Hetta seinna hornasparkið endaði við máli. Bólturin kom úr brotsteiginum til Hjallgrím Elttør, sum smekkaði til. Jóhan Troest Davidsen stóð á rætta staðnum, og kundi beina skotið í málið til 1-0 til NSÍ. Hetta var fyrsta málið hjá unga landsliðsverjuleikaranum.

B71 át seg so við og við inn aftur í dystin, og til endans sótu teir á stórt sæð øllum. Við størri neyvleika høvdu teir eisini havt javnað, tí málmøguleikar manglaðu teir ikki. Hóast hetta endaði fyrri hálvleikur 1-0 til NSÍ, og hetta mundu runavíkingar vera best nøgdir við.

 

Tvífaldaðu leiðsluna

Eftir eitt korter í seinna hálvleiki økti NSÍ um leiðsluna til 2-0. Málið kom eftir eitt væl spælt álop, sum serbiski Milan Pejcic átti seinasta fótin á.

Eftir málið tóktist luftin at vera farin úr sandoyingum, og trýstið, sum teir løgdu á NSÍ eftir fyrsta málið, var als ikki at finna. NSÍ hevði tamarhald á, og tað var eisini um reppið, at teir øktu til 3-0. Serliga var Hjallgrím Elttør tætt við tíggju minuttir fyri leiklok, men skot hansara rakti tvørtræið.

Dysturin endaði 2-0 til NSÍ, og teir hava nú vunnið seg upp á 2. plássið. Hetta er møguliga bara til láns, tí B36 og HB hava framvegis ein dyst til góðar. B71 sær út til at dragna í botninum, og trupult er at peika á, hvussu teir skulu bjarga sær lív í Formuladeildini.