Niðurbundin

Heri Mohr

Blaðið ”Skái” hevur tann 13. oktober eina grein ”Isolatión bein leið til stagnatión”
skrivað av Sonne Smith. Eins og tað nógva hann hevur skrivað, yvirhøvur í nevnda
blaði, er eisini hendan hansara grein verd at lesa.
Fari tó at loyva mær at gera stutta viðmerking og rættleiðing til postulatið ”Føroyar
vórðu niðurbundnar 6. oktober 1992”, tí tað er vónandi í gáloysni, at ein so villleiðandi
postulering verður sett upp á prent, nú løgmaður hevur verið á tænastuferð í USA.
Nei, Føroyar vórðu ikki niðurbundnar 6. oktober 1992.
Hendan dagin hendi tað, at hol fór á ein øðiligan samfelagssvull, og úr honum floymdi
gomul materia sum ein flóðalda inn í at kalla hvørt hús og heim í Føroyum.
Føroyar vóru farnar fíggjarliga á heysin, og spurningurin fram um allar aðrar var,
hvussu landskassin: almenna umsitingin, heilsuverkið, almannaverkið, skúlaverkið v.m.
kundi halda fram við lívsneyðugum funktiónum.
Í tíðini 1989-1991 hevði landskassin rakstrarhall upp á 1.5 milliardir, og í 1992 var
bruttokassaundirskotið 1.5 milliardir, altso 3 milliardir upp á 4 ár.
Í 1989-1991 var landskassans uttanlandsskuld økt úr 374 milliónum til l.7 milliardir;
bara í 1990 øktist skuldin við uml. 600 milliónum ogt í 1991 við 467 milliónum.
Um landskassin ikki skuldi gerast trotabúgv, var neyðugt at bjarga einum av teimum trimum bankunum, og samstundis at sleppa landskassanum úr teimum stóru lánunum (1.7 mia.) serliga í Týsklandi. Eisini var neyðugt at avtaka allar løgtingslógirnar - og tær vóru nógvar – viðvíkjandi løgtingsveðhaldum, sum høvdu kostað landskassanum ótaldar milliónir.
Alt hetta og nógv annað neyðugt varð fingið frá hondum upp á rekord stutta tíð.
So, Sonne, vit føroyingar vórðu ikki niðurbundnir, sum tú vilt vera við, men serkøn hjálp
úr Danmark loysti okkum úr lemjandi niðurbinding og stórum óloystum vandamálum.
Hendan hjálpin ella processin byrjaði 6. oktober 1992.