Í leygardagsblaðnum skrivaðu vit um Trónd Patursson, sum spentur bíðaði eftir boðum viðvíkjandi lagnuni hjá uppskotum um listarverk úti í heimi. Eittnú er talan um kirkju í New Castle og so eisini floghavnin í Kastrup.
Tróndur er millum teirra, ið møguliga skal prýða nýggju farstøðina í Kastrup og hann hevur latið uppskot inn. Boð skuldu so koma um vikuskiftið, hvør lagnan varð hjá uppskotum hansara.
Tróndur hevur enn ikki fingið endalig boð frá listarráðnum, ið tekur avgerð um prýðingina. Men týsdagin tekur hann leiðina til Danmarkar, tí boð eru send eftir honum um at koma til samráðingar viðvíkjandi møguligum prýðingarætlanum.
Tróndur hevði ætlanir um sítt kenda kosmiska rúm og eina kompositión við glasfuglum.
Listaráðið hevur verið heldur ivasamt viðvíkjandi rúminum, tí mett verður, at tað er ikki stimbrandi fyri fólk við hæddarræðslu, og so er tað ikki hóskandi í eini floghavn.
? Men møguliga skal ætlanin býtast í tvey, so talan verður kanska um fuglarnar, sigur Tróndur, ið ikki væntar, at nakað verður av kosmiska rúminum, men fugarnir úr glasi eru so ikki afturvístir enn. Samráðast skal um teir í komandi viku.
Til Týsklands
Tróndur Patursson liggur ikki á løtu síðuni. Umframt at skula samráðast í Kastrup, so skal hann víðari til Týsklands, har hann skal seta eina framsýning upp. Hetta er glaslist og málningar og sýnt verður fram á Nordisk Institut í Flensburg.
Tróndur hevur í ár havt 7 framsýningar og árið hevur verið merkt av nógvari ferðing. Hann hevur m.a. verið í Caribia, Íslandi, Noreg, Týskalndi og í París, so Tróndur hevur verið ov lítið heima, um hann sjálvur skal meta um. Men hann hevur sett árið av til framsýningar, so hann væntar at verða meira heima næsta ár.
Tróndur hevur eisini gjørt glas til eina kirkju í Odense í ár.
Tróndur er fegin um, at hann er fast knýttur at einum glasverkstað í Keypmannahavn, ið hevur samband við nógvar byggifrøðingar og sum so roynir at finna hóskandi listarfólk til ávisar byggiætlanir.
Um framsýningarnar sigur Tróndur, at tað hevur ikki gingið so væl við málningunum, men hann leggur skemtandi afturat:
? Ingálvur av Reyni segði, at um ein ikki selur, so er ein kanska á góðari leið, og tað má eg eisini siga, sigur Tróndur, sum tó kann fegnast um, at betur hevur gingist við glaslistini.









