Torleif Sigurðsson
Um gongdin verður nøkulunda tann sama sum tvey tey seinastu árini, kann roknast við, at skattainntøkan hjá kommununi, við sama skattaprosenti sum nú, innan tvey ár, er farin upp um 100 milliónir krónur.
Við hesum í huga eigur at setast sum mál, at skattaprosentið í komandi valsetu verður sett niður við 1/2 prosenti, frá 20 niður á 19, og kann hetta gerast við at lækka skattin við 1/2 prosenti í 2002, 1/4 prosenti í 2003 og við 1/4 prosenti í 2004.
Tað kann kanska tykjast í mótsøgn við tann íløgutørv, sum kommunan metist hava, at ko ma við einum slíkum uppskoti, sum hesum, men spurningurin er, um tað ikki er rætt at hava hetta sum aðalmál, soleiðis at borgarin eisini fær okkurt burturúr sjálvur og kann merkja, at komið er úr nívandi kreppuni í nítiárunum.
Neyðugt er eisini at gera sær greitt, at skattaprosentið aftur má koma niður á eitt meira rímuligt støði.
Við hesum verður eisini sett valda býráðnum størri krøv til, at skattapeningur borgarans verður brúktur á skinsamasta hátt, og at tað altíð skal fáast sum mest fyri innkravdu skattakrónurnar.