Óneyvir

Birni Kærbech hjá VB/Sumba iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna.

- Tað gekk einki fyrra hálvleik, men vit vóru nógv betri seinna hálvleik. Vit hava fýra til fimm 100% málmøguleikar, sum vit skulu skora uppá. Óneyvt, heldur Birni.

- Vit hava bert tapt ein av teimum seinastu seks dystunum. Vit hava fingið spælið at koyra, so vit hava góðar vónir at koma úr botninum, sigur Birni Kærbech.