Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur fingið “Uppskot til skipan av ljósmøðravirkseminum í Føroyum” til hoyringar frá Almanna- og Heilsumálaráðnum og nevndin hevur viðgjørt tað á nevndarfundi í dag, 19.01.2007.
Eftir at hava viðgjørt uppskotið, eru vit komin til ta niðurstøðu, at senda landsstýrismanninum í Almanna- og Heilsumálum eitt skriv, við áheitan um fund, fyri at fáa neyvari frágreiðing um innihaldið í uppskotinum, áðrenn vit kunnu taka støðu til og gera viðmerkingar til hoyringsskrivið, ið skal verða avgreitt innan 30.jan. 2007.
Arbeiðsøki hjá sjúkrarøktarfrøðingum er heilsu- og sjúkrarøkt, t.v.s. at dentur verður lagdur á heilsufremjan, sjúkufyribyrgjan, røkt og viðgerð av sjúkum,tí er ein av týðandi spurningunum
vit ynskja meira útgreinaðan, uppbýtið av arbeiðsøkinum í frískt og sjúkt.