Neyvari eftirlit við barnaansing í Vági

Vágs Býráð hevur nú samtykt at herða eftirlitið við, hvør fær børn í barnaansing í Vági og ikki. Tað hendir eftir at skuldin hjá nøkrum foreldrum fyri at fáa børnini ansað hjá kommununi, hevur hópað seg upp.

Ein uppgerð vísir, at tilsamans hevur skuldin hjá nøkrum foreldrum hópað seg upp til slakar 50.000 krónur tilsamans.

Býráðið hevur roynt allar vegir at fáa peningin inn, men ásannar, at okkurt má gerast fyri at bøta um støðuna.

Og býráðið hevur nú samtykt at herða eftirlitið, so at foreldur, ið skylda fyri tveir mánaðir, fáa boð um at rinda, ella skulu børnini úr ansingini.

Samtykt er eisini at ansa eftir, at foreldur, sum skylda fyri børn í einum ansingarstovni, ikki bara kunnu flyta á ein annan stovn, uttan at rinda skuldina fyrst.