Neyvan val á páskum

Ger løgmaður av at skriva út val í dag, so kann valið vera um tríggjar vikur. Men tá er langi fríggj­a­dagur, og tá ber ikki til at hava val. Næsti møgu­leiki er leygardagin 23. arpíl, tá er páskaaftan, og tað er neyvan ein hugsandi val­dag­ur.

Soleiðis kunnu vit ikki rokna við, at tað fer at eydn­ast løgmanni at skriva út val við stytst møguligu freist. Fyrr var freistin seks vikur, men hon er stytt niður í tríggjar viku. Tað sama er gald­andi, tá Fólkatingsval er. Og fólkatingsval er sum oftast í ótíð, og tað verð­ur altíð gjørt við stytst møguligu freist.

Men tað er als ikki vist, at okkum nýtist at hugsa um val. Um sam­gong­an nú verður lapp­að sam­an­aftur, so held­ur par­o­diin helst fram – og tað er valla hugsandi, tá løg­mað­ur hevur valt at seta Fólka­flokk­i­num stól­in fyri hurð­ina, og tá Aks­el Johannesen hev­ur valt at tosa við stórum stav­um.

Kanska vit fara at upp­liva okk­ara fyrstu minni­luta­stjórn – men tað krevur nógv av and­støð­uni. Tað krevur, at ting­fólkini hjá Tjóðveldi hugsa prag­matiskt, og tað kann vera ringt so stutt und­an vali.

Argumentini fyri at fáa eina sitandi stjórn frá viga al­tíð tyngri enn skilvísur semju­søkj­andi politikkur, tíverri – í hesum føri fyri Tjóðveldi. Men støðan hevði valla verið øðrvísi, um samgongan varð skipað við øðrum flokkum.