Neyvan stór vika við landingum

Okkurt línuskip kemur inn at landa í vikuni sum kemur, og útlit er til onkrar útróðrardagar.

- Eitt línuskip er undir Íslandi, men landar ikki í vikuni sum kemur. Eitt línuskip fiskar brosmu og longu undir Føroyum og landar mánadagin.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at trý onnur línuskip nýliga eru byrjaði túr, og hesi koma helst inn at landa síðst í næstu viku.

 

- Tvey línuskip eru eisini á Flemish Kap. Annað skipið kemur inn at landa  í vikuni sum kemur. Hesi bæði skipini frysta veiðina umborð.

 

Marknaðurin væntar, at onnur línuskip, sum ikki hava verið úti seinastu dagarnar, fara út nú um vikuskiftið.

 

Útlitini til útróður eru hampilig. Eftir veðurforsøgn og streymviðurskiftum at døma, verða helst onkrir útróðrardagar.

 

- Bátarnir við línu fáa so at siga bara tosk og hýsu, og higartil hevur tað verið smáligt hjá bátunum við snellu, sigur Fiskamarknaður Føroya.