Seinni í dag verður tann triðji FM-róðurin rógvin á eystanstevnu í Runavík.
Ludvík við Stein, róðrarserfrøðingur vitjaði eystanstevnusendingina hjá Rás2 ígjár. Ludvík væntar ikki, at nakar fer at skala Drekan Reyða hjá 10. mannaførunum, og Kvívíking hjá 8. mannaførunum í FM-kappingini.
Skal spenningur finnast um FM-heitið er tað hjá 6. mannaførum hjá monnum, og hjá 5. mannaførum hjá kvinnum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr metingarnar hjá Ludvíki við Stein.
(Mynd: nsi.fo)