Tá Athena brann fyri góðum hálvum ári síðani, gingu tríggjar vikur, áðrenn sløkkilið slapp umborð at basa seinastu glóðunum, men tað verður neyvan so drúgt hesaferð. Fútin sipaði fyri tíðindafundi klokkan 15 í dag, har umboð fyri løgregluna, Skálafjarðar sløkkilið, Tilbúgvingina, Kriminalløgregluna, Fólkaheilsuráðið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna vóru við.
Umframt var fútin sjálv, Karen Marie Olesen, og politimeistarin, Peter Theissen við á fundinum.
Sløkkiliðsleiðarin hjá Skálafjarðar sløkkiliði, Sunleiv Højgaard, greiddi frá, at støðan umborð á Athenu var so hættislig, at teir góvust við royndunum at sleppa umborð.
- Fleiri spreingingar vóru umborð í nátt og aðrar hava verið í morgun. Tað ber ikki til í løtuni at siga nakað um, nær ráðiligt er at fara umborð, men tað hendir einki, fyrr enn tað er trygt, segði Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari.
Hetta er triðja ferðin, at Athena brennur, men tað er ikki væntandi, at tað fer at brenna so leingi, sum tær báðar fyrru ferðirnar.
- Tá var nógvur paningur umborð, men hesaferð er skipið meiri ella minni tómt, og tí kann ikki roknast við, at eldurin verður so drúgvur sum báðar fyrru ferðirnar, segði Sunleiv Højgaard á tíðindafundi í morgun.