Fótbóltur
Jákup Mørk
Hesa vikuna hevur føroyski landslisðleikarin, Jákup á Borg, verið til venjignar í danska superligufelagnum, OB.
Eftir seinastu venjinga hósdagin hittu vit Jákup á orðið, og hóast hann framvegis hevur ein eyman lærkrika at dragast við, so lat hann hampuliga væl at hesum fýra døgunum.
- Sjálvur haldi eg í øllum førum, at tað kundi ikki gingið nógv betri. Sjálvandi vilja tað altíð vera onkrir smálutir, sum eg kundi gjørt betri, men yvir ein kamb haldi eg tó, at tað hevur verið heilt gott.
Neyvan sáttmáli
Hóast talan partvíst hevur verið um eitt slag av royndarvenjing, so lá tað líka sum í luftini, at her kundi vera ein hampuliga góður møguleiki hjá Jákup at fáa ein sáttmála sum yrkisleikari. Í øllum førum vóru boðini, at hann partvíst skuldi nýta tíðina til at kunna seg um umstøðurnar, og tá felagið soleiðis vildi hava ein hálvskaddan leikara niður, tóktist áhugin at vera hampuliga stórur.
Tá tosið fellur inn á hetta, tykist tað tó ikki, sum um Jákup er so øgiliga bjartskygdur um ein sáttmála her og nú.
- Nú skal eg tosa við teir aftur í morgin, men sjálvur rokni eg so ikki við nøkrum sum helst. Teir hildu helst ikki, at skaðin hjá mær var somikið álvarsligur, sum hann er, og teir hava eisini sagt, at teir fegnir vilja hava ein leikara, sum kann styrkja liðið her og nú. Sjálvur skal eg so fyrst koma meg heilt yvir skaðan, fyri síðani at venja meg til eitt spæl við nógv hægri ferð, og tí man tað vera sera ivasamt, um eg kann gera nakað her og nú, heldur hann.
Gleðir seg til landsliðsferðina
Fríggjadagin skuldi Jákup við toki úr Odense til Keypmannahavn, haðani hann saman við restini av landsliðshópinum skal til Spania á venjingarlegu.
Og eftir eina knappa viku í fremmandum umvhørvi, er einki at ivast í, at Jákup nú gleðir seg at vera saman aftur við landsliðsfeløgunum.
- Tað verður í øllum førum gott at kunna brúka seg eitt sindur meira í skiftirúminum. Tá ert fremmandur í einum nýggjum umhvørvi, er einki at ivast í, at mann til tíðir er heldur smæðin. Tú vilt jú ikki siga nakað býtt, so tað verður í øllum førum ein lætti, heldur hann at enda.
Mynd: Jákup
- . Teir hildu helst ikki, at skaðin hjá mær var somikið álvarsligur, sum hann er, og teir hava eisini sagt, at teir fegnir vilja hava ein leikara, sum kann styrkja liðið her og nú, sigur Jákup á Borg, sum enn hevur bæði beinini á jørðini