Neyvan røktarheim á hesum sinni

Klaksvík: Nakað av orðaskifti hevur verið til spurningin um eitt nýtt røktarheim skuldi byggjast í Klaksvík, nú ella seinni. Og á býráðsfundi í kvøld verður hetta málið eisini á skránni.

Borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen hevur áður sagt, at hetta eigur at bíða, tí tørvur er á øðrum størri útbyggingum í kommununi fyrst. Men úr andstøðuni var ikki semja um hetta, tí hetta málið átti at raðfestast høgt.
Í býráðnum hevur kortini verið arbeitt við hesum málinum, m.a. við at kanna treytirnar fyri at fáa stuðul til bygging av einum ellis- og røktarheimi í býnum.
Sosiala nevndin hevur havt hetta málið til umrøðu, og her mælir ein meiriluti frá, at søkja um stuðul til hesa bygging. Grundgevingin var, at aðrar bráðneyðugar íløgur áttu at verðið gjørdar fyrst, í ár og komandi ár.
Hesi sami meirilutin  Jórun Høgnesen, Gunvá við Keldu og Atli S. Justinussen - heldur tó fast við, at eldraøkið verður tikið við í eini langtíðarfíggjarætlan.
Ein minniluti - Eyðgunn Samuelsen og Hans Arne Bertholdsen - mælir Býráðnum til at senda Almanna- og Heilusmálaráðnum umsókn um stuðul til 32 røktarheimspláss. Umsitingin í býrðanum verður haraftrat biðin um at finna trý tey best egnaðu økini til hetta. Hesi uppskotini skulu so leggjast fyri býráðsfundin í kvøld til støðutakan.