Neyvan nakað LO í bræði

Fakfeløg vilja fegin samstarva um sáttmálasamráðingar, men arbeiðarafeløgini eru nógv meira ivasom, tá tað snýr seg um samanleggingar ella at fara í meira bindandi felagsskapir sum til dømis eitt føroyskt LO.

Við Sosialin í dag siga umboð fyri tey seks arbeiðarafeløgini í Føroyum, at tað verður neyvan í bræði, at arbeiðarafeløgini leggja saman. Men tey eru sinnað til samstarv.

Sagt verður millum annað, at fleiri av feløgini eiga ov nógvar ognir og ov nógar pengar, sum tey vilja varðveita ræði á.

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur tó, Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag skjótt fara at kasta saman, og hetta váttar Vígdis Johansen, hóast hon er varin við at tosa um ítøkiligar ætlanir.

Hans Joensen er ímóti einum LO, um ætlanin er at ein slíkur felagsskapur skal yvirtaka mandatið hjá limafeløgunum at samráðast. Vígdis Johannesen hevur ikki so greiða støðu.

– Handan spurningin hava vit ikki viðgjørt í nevndini, sigur hon. Men hon heldur tó, at feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum eiga at samráðast saman.