Neyvan nakað álop á Libya í dag

Hóast stýrið hjá Muammar gaddafi hevur lýst vápnahvíld í bardaganum við uppreistrarmenninar, halda fyrireikingarnar til álop á hernaðarlig mál í Libya fram. Kortini verður ikki roknað við nøkrum álopi í dag og kanska heldur ikki í morgin, um Gaddafi veruliga bindur frið.

Londini, sum hava gingið undan fyri at fáa heimild til eitt hernaðarligt átak ímóti Libya, skulu hava fleiri fundir um vikuskiftið, og norska verjumálaráðið váttar fyri blaðnum VG, at enn er eingin álopsætlan løgd, og tað er heldur ikki ásett, nær tað fyrsta álopið kann fremjast.

Í morgin verður fundur í París um støðuna í Libya, og hvat nú skal henda. Arabiska sjónvarpið Al-Arabiya sigur frá sínum keldum,. at tað fyrsta álopið kann koma í annaðkvøld.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, segði seinnapartin, at altjóða samfelagið hevur ikki rokkið sínum máli, sjálvt um Gaddafi hevur lýst vápnahvíld.

-Enn er eftir at fáa hann frá, segði hon.