Báðir partar váttaðu mikumorgunin, at samband var millum partarnar, men søgdu samstundis, at einki ítøkiligt var á borðinum.
- Tað er lítið sannlíkt, at vit gera ein nýggjan sáttmála fyri tingfundin eins og seinast, segði Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
- Vit eru ikki bangnir fyri, at tingið samtykkir okkara sáttmála við lóg, men fara aftur til arbeiðis við uppreistari pannu, leggur hann afturat.
Bíða til í heyst
Klæmint Weihe, stjóri á SEV, væntar ikki, at partarnir fara at møtast fyrr enn í heyst, um løgtingið nú samtykkir at leingja sáttmálan við lóg.
- Vit fara helst at bíða til eftir 1. oktober, tá samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og landsstýrið eru lidnar, sigur Klæmint Weihe.
Hann vísir á, at SEV eins og Maskinmeistarafelagið vildi hava Fíggjarmálaráðið við í samráðingarnar, men hesum ynski vildi Fíggjármálaráðið ikki ganga á møti.
- Teir boðaðu frá, at teir vildu hava eina null-loysn, men vit vistu ikki nágreiniliga, hvat tað merkti, sigur Klæmint Weihe.
Um tingið samtykkir uppskotið frá samgonguni, gongur ikki long tíð, áðrenn streymveitingin er normaliserað.
- Tá vit fáa Sundsverkið í gongd, kunnu vit aftur veita streym sum vant, sigur stjórin í SEV.









