Tær fyrstu kanningarnar av tilfari á Mars benda ikki á, at har hava verið møguleikar fyri lívi Amerikonsku vísindamenninir, sum hava kannað tilfar, sum Phoenix hevur tikið upp á Mars, siga, at vatn var á gongustjørnuni fyri fýra milliardum árum síðani.
Men vatnið var so salt, at tað gav ikki umstøður til lív.
-Fyribilsúrslitini vísa, at sjálvt fyri fýra milliardum árum síðani hava umstøðurnar hjá nøkrum livandi verið sera torførar á Mars, sigur Andrew H. Knoll, granskari á lærda Harward-háskúlanum sambært Aftenposten.