Tað verður neyvan ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, tá ið teir eru goldnir
Tað staðfesti Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum fyri Ungdómstinginum í gjár.
Seinnapartin í gjár høvdu tey, sum mannaðu Ungdómstingið, høvi til at seta landsstýrisfólkunum spurningar.
Í hesum sambandi vildi næmingarnir hava at vita, hvussu gongur við at gjaldinum til undirsjóvartunlarnar.
Kári P. Højgaard svaraði, at tað eru góðar 60 milliónir eftir at gjalda av Vágatunlinum og 95 milliónir eftir at gjalda av Norðoyatunlinum.
Annars staðfesti hann, at undirsjóvartunlarnir eru dýrir í rakstri og hann væntaði ikki, at tað verður ókeypis at brúka tunlarnar, ikki í nærmastu framtíð, í øllum førum.
Hann vísti á, at politiska skipanin arbeiðir við ymsum loysnum fyri, hvussu okkara samferðslukervi skal útbyggjast.
Ein loysn er at leggja allar tunlar í eitt felag og brúka inntøkurnar til at halda fram við útbyggingum.