Neyvan innflutningsbann frá ES

Hóast ES-eftirlitsfólkini høvdu nógvar atfinningar, skulu vit ikki vænta, at ES, eins og Russland, fer at seta innflutningsbann móti fiskavørum úr Føroyum Hóast ES-eftirlitsfólkini, sum hava verið í Føroyum, høvdu nógvar atfinningar, so fer samveldið neyvan at seta innflutningsbann ímóti fiskavørum úr Føroyum.

-ES arbeiðir heilt øðrvísi enn Russland, sigur stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Bárður Enni, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sigur, at tað kemur fyri, at ES brúkar innflutningsforboð, men ikki, tá talan er um lond í nærumhvørvinum.

Eftirlitsfólkini hjá ES hava annars longu boðað frá, at tey koma aftur um tvey ella trý ár.