Neyvan gestir uttaneftir

Fólk, sum brúka ein part av síni tíð til at leita eftir flúgvandi borðiskum og øðrum fyribrigdum úti í rúmdini, hava funnið eitt løgið fyribrigdi á einari mynd, sum amerikanska rúmdarumsitingin tók av Sólini tann 24. apríl. Í niðara horni vinstrumegin á myndini er eitt, ið líkist einum rúmdarskipi við einum ovurstórum armi ella einum sonevndum sólfangara.

Myndin hevur elvt til nógv kjak á internetinum og er tann, sum hevur havt størstan áhuga á YouTube í dag.

Amerikonsk vísindafólk, sum hava kannað myndina, siga, at talan er neyvan um gestir úr teirri ytru rúmdini. Verkfrøðingurin Nathan Rich sigur við sjónvarpið Fox News, at tann løgni luturin er helst ein kosmisk stráling.