Neyv býarplanlegging, so tilvildin ikki ræður

  

Tórfinn Smith, býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins í Tórshavnar Kommunu
??????
Hesi seinastu árini er Tórshavnar Kommunan vaksin munandi, bæði í fólkatali og vídd. Síðani Argir í 1993 gjørdist ein partur av kommununi legðist Kollafjørður afturat fyri fýra árum síðani og nú 1. januar verða eisini Kirkjubøar, Hest og Nólsoyar Kommunur við í høvuðsstaðarkommununi. Her er talan um størri og smærri bygdarsamfeløg sum leggja saman við landsins størstu kommunu, og við hesum skulu eisini atlit takast, so gamla og hugnaliga bygdarumhvørvið verður varðveitt. Samanleggingar-nar skulu vera til fyrimunar fyri allar partar, og somu rættindi og skyldur galda fyri allar borgarar.
Í eini kommunu, í so stórum vøkstri og teirri menning, her er, eigur lyklaorðið at vera ein neyv bygdar- og býarplanlegging. Hetta í sambandi við nýggj íbúðar-, vinnu-, fríøki og alt annað, sum hoyrir eini kommunu til. Annars fer tilvildin at ráða, har hin sterkasti og frekasti setur dagsskránna.
Her hugsi eg ikki minst um miðbýin og eldru býlingarnar í Havn. Tað eru tey, sum ikki hugsað um annað enn handilsligan løtuvinning, og minni um samlaða býarumhvørvi. Ein neyv ætlan fyri hesar býarpartar eigur at verða gjørd og løgd fyri borgararnar, soleiðis at øll fáa møguleika at siga sína hugsan soleiðis at vit í samlaðu býarætlan-ini taka øll neyðug og skilagóð atlit.
Í allari planlegging, eiga vit at hugsa um ta ábyrgd, samfelagið hevur mótvegis øllum fólki, sum bera brek. Um samfelagið skal vera javnlíkt, eigur tað sjálvsagt at verða atkomiligt fyri øll. Bæði til natúrliga umhvørvið og atgongd til upplýsing og samskifti, sum fyrimyndarreglurnar hjá ST leggja upp til.