Tað er nú staðfest, at tað var elektriskur stoytur, sum lvdi til, at níggju neyt brádliga doyði í einum fjósi á Norðoyri í morgun.
Tað var ein ótespulig sjón, ið møtti einum bónda á Norðoyri, tá ið hann kom í fjósið í morgun tí á gólvinum lógu níggju neyt steindeyð í einum rúmi, átta kýr og ein tarvur.
Les eisini: Níggju neyt lógu brádliga deyð í fjósinum
Djóralækni og Búnaðarstovan vórðu boðsend, men tað var skjótt staðfest, at talan var ikki um lógarbrot av nøkrum slagi og at neytini vórðu væl røktað.
Tað var eisini staðfest, at fóðrinum bilti einki, tí í einum øðrum rúmi vóru onnur neyt og teimum biltu einki.
Hinvegin varð illgruni til elektrisku skipanina í fjósinum og tískil varð ein elektrikari boðsendur. Hann hevur kannað málið og hann er komin til ta niðurstøðu, at tað er rættiliga sannlíkt, at neytini eru deyð av elektriskum stoyti tí brek var á elektrisku skipanini.
Nógv inni í fjósinum er av metalli, sum hevur leitt streymin ígjøgnum, so tá ið neytini eru komin at tí, hava tey fingio so sterkan stoyt, at tær doyði.
Hinvegin sigur løgreglan eisini, bóndin var heppin, at hann ikki eisini hevur fingið stoyt, men helst er orsøkin, at hann hevur verið í gummistivlum ella gummihandskum.










