Neystarequiem

Tey standa so svinn øll har lið um lið
og minnst á tíðina stóru,
tá eingin var dagur, sum gav teimum frið,
og bátar um lunnarnar fóru.

Nú standa tey fúnað og húka so dánt,
so ymisk í skapi og burði,
sum ei hevur nakað frá øðrum lánt
av sermerktum arkitekturi.

Ja, neystini vart hava bátin á lunn,
so hann frískur á flot kundi fara
at finna sær ýti til plink og til grunn
og føra sín fong heim til garða.

Her gingu í fyrndini seigligir menn,
ein meldur av góðum lívi;
teir livdu og sótu á miði í senn
at veiða til barnið og vívið.

Teir sótu her ofta við pípu í nev
á støðni har súgurin dregur,
og kannaðu himin og havsins stev
og vandaðu vánir og veður.

Ein roykur av viði og tjøru í senn,
tá ið borðrivur tettast skuldu,
ein vond av dúki og hegnigir menn
sum vandaligt lekarnar huldu.

Ein deymur av línu og agnaslav
og rotnandi kræklingaøgnum,
ein slipa sum fjørukyktunum gav
ein alheim við livandi gøgnum.
----
Her sást tú teir gomlu um tvørtræið hvíla
á ørmum sum giktpíndir lógu á kross
ímeðan í munni teir skrá mundu míla
við biti og brái av strevi og knoss.

Nú stóðu teir bara við friði í sinni
og slotaðu aftur á lívsins lag
við snørinum drignum og loddinum inni
og lippunum taldum til evsta dag.
----
Nú drigið teir hava for síðstu ferð
teirra bátar í neystini niðan,
og kirkjan teim seinastu veiðina ber
og ýtar teim himmalska liðan.
-------
pmp