Neystabø hevur takkað fyri seg

Á eykaaðalfundi í B36-húsinum fríggjakvødlið, har 30 limir vóru møttir, var nevndarval. Kristian á Neystabø, Kjartan Mohr og Edvard Heen takkaðu fyri seg í nevndini, og eftir uppskoti frá formanninum, Sámali Ímundssyni, vórðu Jákup Mørk, Hans Debes og Hákun Steingrimsson valdi í nevndina. Fundurin takkaði fráfarandi nevndarlimunum fyri trúgva tænastu.