Neyst fingu skaða í Fámjin

Ein stórur veggur úr betongi datt sunnukvøldið niður á nøkur neyst í Fámjin. Veggurin var partur av smoltstøðini í bygdini. Tað eina neystið hevur fingið stóran skaða

Harðligt ódnarveður hevur verið um Føroya land um vikuskiftið. Summar bygdir eru harðarði raktar enn aðrar. Í Fámjin fingu nøkur neyst skaða, tá ein stórur betongveggur á smoltstøðini datt.
Edvard Magnussen, ið eigur smoltstøðina, sigur, at nógvur vindur hevur verið alt vikuskiftið, og sunnukvøldið varð veggurin tikin av vindinum.
Talan er um ein stóran vegg, sum er einar tjúgu metrar til longdar og fimm metrar til hæddar. Hann er dottin á eini trý neyst, ið standa skamt ífrá støðini. Tað eina neystið hevur fingið stóran skaða, og øll yvirtromin fór, tá veggurin datt. Hini bæði neystini hava ikki fingið eins stóran skaða.
Edvard Magnussen greiðir frá, at hetta helst er hent stutt fyri midnáttarleitið sunnukvøldið. Hann fór til hús sunnukvøldið klokkan níggju, og hann fer omanaftur stutt eftir midnátt, og tá er veggurin dottin.
Smoltstøðin í Fámjin, ið nevnist Guttansstøð, verður í løtuni útbygd, og veggurin er er partur av útbyggingini.
Mánadagin varð veggurin enn ikki tikin upp. Orsøkin var, at vegurin hevði verið stongdur allan dagin, og fólk slapp ikki til bygdina.