Neymar við dreymamáli

Barcelona og Neymar eru nú á odda í La Liga, eftir at Real Madrid í kvøld tapti

FC Barcelona er nú trý stig á odda í sponsku landskappingini, eftir at Barcelona vann 3-0 á Villareal, meðan Real Madrid tapti 3-2 fyri Sevilla.

 

Í Barcelona hava Neymar og Luis Suarez av álvara tikið yvir, nú Lionel Messi er knæskaddur. Síðani Lionel Messi bleiv skaddur hevur Barcelona skorað 23 mál. Tjúgu av teimum hava Neymar og Luis Suarez skorað 20.

 

Aftur í dag vóru teir báðir upp á spæl. Fyrst legði Neymar Barcelona á odda, áðrenn Luis Suarez umsetti brotsspark til 2-0. Móti dystarenda kom málið, sum ferðast kring internetið í kvøld.

 

Luis Suarez sendi bóltin innfyri til Neymar, sum hegnisliga lyfti bóltin uppum Villareal verjuspælaran, og snaraði rundan um seg sjálvan, áðrenn hann skjeyt bóltin í málið.

 

Real fall í Sevilla

 

Real Madrid og Cristiano Ronaldo vóru á vitjan í Sevilla. Sergio Ramos legði Real Madrid á odda við hegnisligum hálvliggjandi saksasparki. Tíverri fyri hann, so bleiv hann skaddur í økslini, tá hann lendi.

 

Tað skuldi vísa seg, at blíva dýrt fyri Real Madrid. Tí Sevilla skoraði ikki færri enn tríggjar ferðir restina av dystinum. Í øllum trimum málunum tóktist Real Madrid verjan ikki heilt trygg.

 

Við ósigrinum er Real Madrid nú trý stig aftanfyri Barcelona. Í komandi umfari er ”El Clasico” uppgerðin millum Real Madrid og Barcelona.