Neymar verður ikki klárur til Copa America í summar

Neymar verður væntandi klárur aftur at fara á vøllin til dyst í august komandi ár

Drúgvi krossbandsskaðin hjá Neymar kostar nú brasilska landsliðnum dýrt. 

 

Copa America endaspælið verður í USA, dagarnar 20. juni til 14. juli komandi ár, men longu nú kann landsliðslæknin hjá Brasil, Rodrigo Lasmar staðfesta, at Neymar verður ikki klárur til Copa America endaspælið. Heldur verður Neymar klárur aftur at fara á vøllin í august. 

 

Tað verður saknur í Neymar hjá brasiliumonnum, tá teir skulu royna at vinna Copa America. 31 ára gamli, Neymar hevur skotið 79 mál í 128 landsdystum fyri Brasil, og hann hevði givið nógv fyri at kunna vera við til Copa America endaspælið komandi summar. 

 

Tað var 18. oktober í HM-undankappingardysti móti Uruguay í Montevideo, at Neymar sleyt krossbandið.