30 ára gamli brasilski áleyparin, Neymar er bert trý mál frá at gerast mest skorandi leikarin fyri Brasil í søguni.
Neymar skoraði uppá eitt brotsspark, tá Brasil vann 5-1 á Tunesia í einum venjingardysti.
Málið var nummar 75 hjá Neymar í 121 landsdystum fyri Brasil.
Mest skorandi leikarin í søguni hjá Brasil er legendariski, Pelé sum skoraði 77 mál fyri Brasil í 92 landsdystum. Pelé leikti fyri brasilska landsliðið millum 1957 og 1971.
Teir mest skorandi leikararnir hjá Brasil eru hesir:
| Navn: | Mál | Landsdystir | Ár: |
| Pele | 77 | 92 | 1957-1971 |
| Neymar | 75 | 121 | 2010- |
| Ronaldo | 62 | 98 | 1994-2011 |
| Romario | 56 | 70 | 1987-2005 |
| Zico | 48 | 71 | 1976-1986 |
| Bebeto | 39 | 75 | 1985-1998 |
| Rivaldo | 35 | 74 | 1993-2003 |
| Jairzinho | 33 | 81 | 1964-1982 |
| Ronaldinho | 33 | 97 | 1999-2013 |
| Ademir | 32 | 39 | 1945-1953 |
| Tostao | 32 | 54 | 1966-1972 |











