Tað er nógv, sum talar fyri, at José Mourinho verður komandi venjarin hjá Manchester United, og skal hann eftir øllum at døma taka yvir venjarasessin komandi summar. Leiðslan í Manchester United skal eisini verða til reiðar at geva honum eina risastóra peningaupphædd at keypa fyri komandi summar.
Enska blaðið "The Sun", sum altíð fer eftir teimum stóru søgunum veit at siga, at Manchester United skal verða til reiðar at keypa brasilska framherjan hjá FC Barcelona, Neymar leysan fyri eina upphædd, sum svarar til 1,35 miljardir krónur í okkara peningi. "The Sun" leggur tó dent á, at ein treyt hjá Neymar skal tó verða, at Manchester United megnar at spæla seg í Champions League komandi kappingarár. Vikulønin hjá Neymar í Manchester United verður ein upphædd, sum svarar til 2,4 miljónir krónur í okkara peningi, um hann skrivar undir ein sáttmála við Manchester United, sambært "The Sun".
Eitt annað enskt blað "Daily Star" staðfestir, at José Mourinho fær eina upphædd, sum svarar til næstan tríggjar miljardir krónur í okkara peningi til at keypa inn spælarar til Manchester United. "Daily Star" skrivar eisini, at niðurlendski spælarin, Memphis Depay uttan iva verður ein av spælarunum, sum Manchester United fer at selja komandi summar.