Neymar stjól kongakrúnuna frá Mbappé

Ligue 1: PSG er í stórformi, men tað eru tekin um innanhýsis stríð um kongakrúnuna

Ligue 1: PSG er í stórformi, men tað eru tekin um innanhýsis stríð um kongakrúnuna

Paris Saint Germain er stórfavorittur at vinna fronsku landskappingina. Longu eftir 2. umfør bendir nógv á, at stjørnurnar í franska høvðusstaðnum hava sett sær fyri at vinna, tí tað er blivið til 5-0 og 5-2 í tveimum teimum fyrstu dystunum.

 

PSG vann í gjár 5-2 Montpellier, men stóra søgan er eitt møguligt innanhýsis stríð millum Neymar og Kylian Mbappé. Neymar hevur verið í stórformi síðani nýggi venjarin, Christophe Galtier, tók við og sendi eina heilsan til spælararnar í fremstu rekkju um, at ongin sleppur undan at arbeiða hart.

 

Í gjár skoraði Neymar hattrik, men tá PSG fekk brotsspark miðskeiðis í fyrra hálvleiki vildi Kylian Mbappé ikki lata brotssparkið frá sær. Tað endaði við, at Kylian Mbappé brendi brotssparkið. Seinni í dystinum fekk PSG aftur brotsspark, og tá skoraði Neymar.

 

Søgan í fronskum miðlum er, at Kylian Mbappé og Neymar ikki heilt kunnu einast um, hvør er gongur í París. Kylian Mbappé var á veg til Real Madrid, men valdi brádliga at leigja við PSG. Umframt ein risa sáttmála, so bleiv eisini skriva í fronskum miðlum, at Kylian Mbappé hevði fingið nógv vald. So sum at blíva hoyrdur í samband við nýggjan venjara, spælarakeyp og enntá taktikk.

 

Tað var eisini ein hending seinast í dystinum í gjár, sum hevur verið nógv umtalað. Kylian Mbappé fór tvísporandi fram í vinstru, men steðgaði brádliga og vísti ónøgd, tá Vitinha valdi at spæla í høgru til Lionel Messi í staðin.

 

Eftir dystin segði venjarin hjá PSG, at orsøkin var at Kylian Mbappé ikki er heilt komin seg eftir skaða, og annars bara at hann er kappingarsinnaður og vil skjóta fleiri mál. Christophe Galtier legði afturat, at Kylian Mbappé framhaldandi verður fyrstaval at taka brotsspørk hjá PSG.

 

So sjálvt um PSG longu hevur beina kós móti franska meistaraheitinum, eru tekin um eitt innanhýsis stríð millum tvær av stjørnunum, Kylian Mbappé og Neymar.

 

Ligue 1: PSG er í stórformi, men tað eru tekin um innanhýsis stríð um kongakrúnuna