Neymar í stórformi

Nýggja brasilska superstjørnan skoraði aftur í kvøld fyri Brasil móti Meksiko í Confederations Cup. Brasil vann 2-0 og Neymar legði upp til seinna málið.

 

Annað umfar í bólkaspælinum í Confederations Cup, sum er í Brasil í hesum døgum, byrjaði í kvøld. Vertstjóðin legði hart út og kundi verið á odda longu aftaná fáar minuttir. Aftaná níggju minuttir kom so hol á. Bólturin bleiv stútaður út frá og har stóð Neymar og meddaði til fyrstu ferð. 1-0 til Brasil, sum helt fram at trýsta.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði trýstið nakað og Meksiko bjóðaði av í hinum endanum. Barsil hevði nøkur mótálop, men uttan at tað veruliga bleiv vandamikið. Móti endanum av dystinum trýsti Meksiko og fleiri ferðir var vandi á ferð, men vertstjóðin slapp snikkaleys .

 

Í yvirtíðini vísti Neymar aftur bóltførleika á høgum stigi, tá hann rak framvið tveimum verjuspælarum og legði bóltin fyri føturnar á innskifta Jo, sum takkaði fyri og skoraði.

 

Brasil hevur fult stigatal eftir tveir dystir, meðan Meksiko einki stig hevur. Klokkan 23.00 spæla Italia og Japan.

 

Confederations Cup 2013:

Brasil – Meksiko 2-0(1-0)

1-0 Neymar, 9

2-0 Jo, 92

Brasil:(4-2-3-1)

Cesar - Alves, Silva, Luiz, Marcelo - Luiz Gustavo, Paulinho - Oscar (Hernanes 62), Hulk (Lucas Moura 78), Neymar - Fred (Jo 82).

Á bonkinum uttan at koma inn: Jefferson, Fernando, Dante, Filipe Luis, Jean, Rever, Bernard, Jadson, Cavalieri.

Gul kort: Alves, Silva.

Mexico:(4-5-1)

Corona - Rodriguez, Moreno, Torres (Barrera 70), Mier - Salcido, Torrado (Jimenez 88), Dos Santos, Guardado, Flores (Herrera 68) - Hernandez.

Á bonkinum uttan at koma inn: Ochoa, Reyes, Molina, Reyna, De Nigris, Aquino, Meza, Zavala, , Talavera.

Gul kort: Guardado

 

Dómari: Howard Webb (UK)

Bólkur A:

1. Brasil 6

2. Italia 3

3. Meksiko 0

4. Japan 0