Neymar: Málið er Champions League – Ikki Ballon d’Or

Champions League: Tað er dysturin millum milliardirnar, tá PSG og Manchester City møtast í kvøld

Í kvøld verður helst dýrasti fótbóltsdysturin í søguni, tá tey nýríku Paris Saint Germain og Manchester City møtast í fyrru hálvfinaluni í Champions League. Tað eru ríkmenn úr Katar, sum eiga PSG, og rímenn úr Abu Dhabi, ið eiga Manchester City.

Tað sæst eisini aftur á vøllinum í kvøld, tá heimsins dýrasta álop skal spæla móti eini av dýrastu verjunum nakrantíð. Neymar og Kylian Mbappé kostaðu yvir tvær milliardir samanlagt, og teir skulu royna at finna hol í verjuni hjá Manchester City, sum samanlagt hevur kostað enn meir.

– Eg ætli mær at gera alt fyri at vinna. Mítt mál er at vinna Champions League, og ikki at vinna Ballon d’Or, sigur Neymar undan dystinum.

Heimaliðið hevur Kylian Mbappé tøkan, eftir at hann fór haltandi av vøllinum fyri kortum. Gestirnir úr Manchester hava allar mans tøkar. Kevin De Bruyne hevur havt ávísar trupulleikar við øklunum, men spældi í finaluni í Liga Cup og er tøkur.

Paris Saint Germain – Real Madrid (20.00)

Væntandi uppstillingar:

PSG: Navas; Florenzi, Marquinhos, Kimpembe, Diallo; Gueye, Paredes; Di María, Verratti, Neymar; Mbappé

Manchester City: Ederson; Walker, Stones, Rúben Dias, Cancelo; Rodri, Gündoğan; Mahrez, De Bruyne, Foden; Bernardo Silva