Hóast leysasøgurnar hava vilja verið við, at Neymar í næstum fer at vera kunngjørdur sum nýggjur leikari í Paris Saint Germain, er ikki heilt greitt at so verður.
Í gjár gingu søgurnar um at Neymar var í Dubai, har hann var til læknakanning hjá Paris Saint Germain, og at hann síðani skuldi flúgva til París, har hann skuldi kunngerast sum nýggjur leikari í felagnum.
Men Neymar hevur als ikki verið í Dubai til læknakanning. Hann hevur seinastu dagarnir verið bæði í Kina og í Dubai, har hann hevur innspælt lýsingarfilmar. Nú hevur hann lagt mynd út á sínar sosialu miðlar at hann aftur er á veg til Spania, har hann í morginárini fer at luttaka til venjingina hjá FC Barcelona.
Hóast Neymar nú aftur vendir nøsina til FC Barcelona, kennir spanska stórfelagið enn ikki seg heilt trygt um framtíðina hjá Neymar. Neymar hevur nevniliga ein loyalitetsklausul í sínum sáttmála sum ger, at FC Barcelona til hetta summarið eigur at rinda Neymar 200 milliónir krónur fyri sítt trúfesti til felagið seinastu árini.
Men FC Barcelona noktar í løtuni at rinda upphæddina, sum bæði er til Neymar sjálvan, og pápan hjá Neymar, áðrenn teir við vissu vita um Neymar spælir við FC Barcelona komandi kappingarár.
Tí er framtíðin hjá brasilska Neymar enn ikki heilt greið.









