Neymar fylgir kendum landsmonnum

Nýggja stjørnan í brasilskum fótbólti ger sum fleiri av sínum navnframastu landsmonnum og skiftir til Barcelona.

 

Tað hevur leingi ligið í luftini, at Neymar da Silva Junior skuldi skifta til Barcelona, men tað var ikki greitt nær. Fyrranáttina boðaði Neymar frá á Twitter og Instagram síðunum hjá sær, at hann hevur tikið eina avgerð um at gera sáttmála við Barcelona komandi fimm kappingarárini.

 

Real Madrid gjørdi eina roynd at bjóða Barcelona av, men spælarin valdi katalanska meistarafelagið framum kongafelagið úr høvðusstaðnum. Hann fylgir sostatt fleiri av navnframastu landsmonnum so sum Romario, Ronaldo, Rivaldo og Ronaldinho, sum allir hava eina gylta fortíð í Barcelona.

 

Neymar spældi fyrradagin sín seinasta dyst fyri Santos. Undan dystinum sást Neymar gráta, tá tjóðsangurin bleiv spældur. Eftir dystin greiddi hann frá, at hann er fegin um tey níggju árini hann hevur havt í Santos, men at hann nú gleðir seg at spæla fyri Barcelona.

 

Spurningurin er so um Neymar livir upp til allar vónirnar og avrikini hjá hinum landsmonnunum í Barcelona.