Hann er fremsti fótbóltsspælarin í Brasil í skrivandi stund, men tað merkir ikki, at hann sleppur undan at rinda skatt.
Ein federalur dómstólur í Rio De Janeiro í Brasil hevur funnið Neymar sekan í grovum skattaundandrátti. Sambært dóminum hevur Neymar ikki givið upp inntøkurnar hann hevur fingið í sínum sáttmálum hann hevur havt við fótbóltsfeløgini Santos og FC Barcelona. Neymar hevur heldur ikki givið upp inntøkurnar hann hevur fingið frá kendu ítróttarklædnafyritøkuni, Nike.
Og tað er ikki smávegis upphædd Neymar skal rinda í bót til brasilska statskassan. Neymar skal rinda eina upphædd, sum svarar til 340 miljónir krónur í okkara peningi.
Sambært dóminum hevur Neymar framt undandráttin í tíðarskeiðnum 2012 til 2014.
Neymar kann kæra dómin til hægri rætt.









