Av teimum 56 milliónunum, sum Føroya Tele hevði í yvirskoti í fjør eftir skatt, fara 30 milliónir beinleiðis víðari sum skattur landskassan, tí vinningsbýtið til partaeigaran er 30 milliónir krónur.
Ársúrslitið hjá Føroya Tele fyri 2013 gjørdist 56 milliónir krónur eftir skatt. Vinningsbýtið til eigaran, sum er Føroya landsstýri, er 30 milliónir krónur.
Verður hugt eftir rakstraravlopinum yvir eitt longri tíðarskeið sæst, at Føroya Tele er vorðin ein munandi meira effektiv fyritøka. Hetta sæst millum annað við, at rakstrarúrslitið seinastu fimm árini er vaksið úr 103 milliónum krónum í 2009 upp í 147 milliónir krónur í 2013.
Neyðugt er við hampuligum yvirskoti, metir stjórin. Hoyr samrøðu, sum Hilmar Jan Hansen á Rás2 í dag hevði við stjóran á Føroya Tele, Kristian Reinert Davidsen, við at trýsta á pílin undir myndini.










