Neyðugt við talgildari undirskrift

Ein trygg talgild undirskrift er ein grundarsteinur, um Føroyar skulu fylgja við umheiminum

Ein trygg talgild undirskrift er ein grundarsteinur, um Føroyar skulu fylgja við umheiminum

 

Tað halda bæði Johan Dahl og Jørgen Niclasen, nú tað er greitt, at arbeiðið við at fáa eina føroyska talgilda undirskrift verður raðfest á fíggjarlógini fyri 2015.

 

- Borgarar og fyritøkur hava krav upp á nútímans tænastur, og heildarætlanin fyri talgildingina skal vera við til at økja kappingarføri, vøkstur og framleidni.  Ein týðandi vinningur verður, at almenni geirin kann arbeiða skynsamari og geva rúm fyri avbjóðingum, sum framtíðin hevur við broyttari aldursamanseting og færri fólkum í arbeiðsfjøldini, siga teir báðir landsstýrismenninir.

 

Heildarætlanin fyri talgildingina av Føroyum ber millum annað í sær, at borgarar og virkir skulu kunna samskifta enn meira talgilt við tað almenna, og at tær tænastur hjá tí almenna, sum kunnu, skulu vera tøkar talgilt, skrivar Vinnumálaráðið á heimasíðu sínari.

 

- Talgildu Føroyar-ætlanin er umráðandi og ein treyt fyri, at okkara samfelag framhaldandi skal vera á hædd við onnur framkomin lond, siga teir báðir, Johan Dahl og Jørgen Niclasen.