Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá. Og sløkkiliðið skal hava usmsóknina í seinasta lagi á middegi í morgin, nýggjársaftan.
Og tað eru treytir við einum slíkum loyvi, vísir Tórshavnar kommuan á og skrivar soleiðis:
Fyri at fáa góðkenning at brenna nýggjársbál, mást tú syrgja fyri, at treytirnar niðanfyri verða hildnar. Treytirnar skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, og at bálbrenningin ávirkar umhvørvið minst møguligt. Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:
- at tú bara brennur reinan, óviðgjørdan og turran við
- at støddin á bálinum í mesta lagi er 3 metrar í tvørmáti og 2 metrar í hædd
- at bál størri enn 3 metrar í tvørmáti og 2 metrar í hædd skulu góðkennast frammanundan av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum. Tílík stór bál verða bara góðkend, um Sløkkiliðið metir trygd og frástøðu vera hóskandi til umstøðurnar
- at veðrið er til vildar og vindferðin í mesta lagi 15 m/s
- at frástøða til hús og lutir er nóg stór
- at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum
- at tú upplýsir navn, bústað og telefonnummar til sløkkiliðsstøðina
- at tað er navngivni ábyrgdarpersónurin, sum fær rokningina, um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda
- at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir
– Vit mæla til, at tú hevur spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella køling í sambandi við møguligar brunaskaðar.
– Hevur tú fingið skrivligt loyvi frá kommununi ella Sløkkiliðnum, eigur tú sum ábyrgdarpersónur at hava loyvið hjá tær, so tú kanst vísa tað fram, um myndugleikarnir biðja teg um tað, skrivar Tórshavnar kommuna.