Neyðugt við fleiri samráðingum

Strandarlandasamráðingarnar hesa vikuna bóru ikki á mál, men londini gjørdust samd um mest loyvdu veiðu av norðhavssild.

Strandarlandasamráðnigar hava verið í hesum døgum í London, har føroyska føroyska samráðingartoymið hevur verið við í samráðingunum um svartkjaft og norðhavssild. 


Fyrst á skránni var samráðingarnar um svartkjaft, har strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg sótu við samráðingarborðið, meðan Grønland og Russland vóru við sum eygleiðarar.


Fiskimálaráðið upplýsir í tíðindaskrivi í dag, at londini viðgjørdu eina langtíðar umsitingarstrategi fyri svartkjaftin og mest loyvdu veiðu fyri 2016.


Eingin endalig semja varð gjørd á fundinum, men avgjørt varð at hittast aftur í Reykjavík 4. og 5. november, har samráðingarnar verða tiknar uppaftur.


Mikudagin byrjaðu so samráðingarnar um norðhavssild, og har eydnaðist tað londunum at gerast samd um eina mest loyvda veiðu.


Løgmansskrivstovan skrivar, at semja var um, at mest loyvda veiðan fyri 2016 skuldi vera samsvarandi umsitingarætlanini fyri norðhavssild og tilmælinum frá ICES. Sostatt gjørdist londini samd um, at mest loyvda veiðan av norðhavssild fyri 2016 er 316.876 tons.

Á fundinum um norðhavssild eru Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland, ið eru strandarlond, meðan Grønland er við sum eygleiðari.


Júst hvussu býtið av norðhavssild verður millum londini, verður roynt at finna semju um 2. - 3. november, tá strandarlondini hittast í Reykjavík.