Næsta ár fer Jákup Sverri at sigla meira

- Á fíggjarlógini fyri 2022 er ætlanin at seta teir pengar av sum skulu til fyri, at havrannsóknarskipið kann gera allar tær uppgávur, sum liggja í siglingarætlanini, sigur Jacob Vestergaard.

Seinastu tíðina hevur Jákup Sverri ligið á Skálafjørðinum - og í løtuni er skipið til garantieftirlit.

- Í summar vístu framrokningar, at virksemið hjá Jákupi Sverra fór at geva stívliga fýra miljónir krónur í halli í mun til játtanina, sum skipið hevði. Við at leggja skipið fyrr í heyst, gjørdist hesin tørvur nakað minni.

 

Tað sigur reiðarin á havrannsóknarskipinum, Annfinn Hjelm.

 

Nýggja havrannsóknarskipið er í løtuni til garantieftirlit hjá Mest á Skála, nú skjótt eitt ár er liðið síðan yvirtøkuna. Skipið hevur annars ligið á Skálafjørðinum seinastu tíðina, tí játtanin fyri 2021 rakk ikki til rakstur alt árið. 

Millum seinastu uppgávurnar hjá Jákupi Sverra fyri Havstovuna í heyst, var yvirlitstroling á Føroyabanka. Hetta er ein uppgáva, sum plagar at fíggja seg sjálva og sum stórur áhugi er fyri. Ein av túrunum, sum fall burtur í heyst, var yvirlitstroling á djúpum vatni, sum sjáldan gevur nakað serligt í veiði, og tí varð hesin túrurin eisini valdur frá. 

 

Reiðari á Jákupi Sverra er Annfinn Hjelm, sum hevur tikið við starvinum eftir Erling í Liða, sum er farin í annað starv. Eins og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sigur reiðarin, at tað longu í summar var greitt, at verandi játtan til havrannsóknarskipið fór ikki at halda.  

Tí varð gjørt av at leggja skipið í heyst.  

 

Í vikuni viðgjørdi løgtingið eykajáttanir, og tá var eisini ein umbøn um eykajáttan til rakstur av havrannsóknarskipinum fyri árið í ár. 

 

Reiðarin vísir á, at Jákup Sverri er spildurnýggjur og ein og hvør, sum hevur havt við skiparakstur at gera, veit, at tað kann vera trupult at síggja fyri sær, hvat raksturin neyvt kemur at kosta. At so oljuprísirnir eisini eru hækkaðir, hevur eisini havt sín týdning fyri raksturin í árinum.

Annfinn Hjelm heldur, at tá nýggja havrannsóknarskipið hevur verið virkið í eini 2-3 ár, fæst ein meira fullfíggjað mynd av rakstrinum.

- Løgtingið hevur víst ein góðan vilja við at byggja hetta fantastiska skip, og tað er alt, sum bendir á, at løgtingið framvegis verður ein viðspælari, sigur reiðarin.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at á fíggjarlógini fyri komandi er ætlanin at seta teir pengar av til Jákup Sverra sum skulu til fyri, at havrannsóknarskipið kann gera allar tær uppgávur, sum liggja í siglingarætlanini hjá Havstovuni fyri árið.

 

Komandi summar verður ikki neyðugt hjá Havstovuni at leiga skip til regluligar makrelkanningar, sum gjørt hevur verið undanfarin ár. Annfinn Hjelm, vísir á, at Havstovan plagar at leiga uppsjóvarskip til hesar kanningar, sum eru felags kanningar saman við okkara grannalondum.

- Men, nú vit hava Jákup Sverra, verður ikki neyðugt at leiga skip til hesar kanningar, leggur reiðarin aftrat.

 

 

 


 

 

Seinastu tíðina hevur Jákup Sverri ligið á Skálafjørðinum - og í løtuni er skipið til garantieftirlit.