Vit liva í eini postmodernistiskari tíð, har einstaklingurin og áhugamálini hjá tí einstaka eru sett í hásæti. Grundhugsjónin í postmodernismuni er, at allar ideologiir eru deyðar, tær ”stóru søgurnar” eru ikki absoluttar longur, og ístaðin tekur tað einstaka menniskja tað til sín, sum passar til virðini hjá tí einstaka, eitt sindur av liberalismu, eitt sindur av kapitalismu, eitt sindur av sosialismu, og síðan verður hetta samansett til egna ideologi, sniðgivið eftir egnum hugflogið, sum passar til virðisgrundarlagi hjá tí einstaka menniskjanum.
Um allar ideologiir eru deyðar í føroyskum politikki skal eg lata standa ósvarað ella í øðrum lagi lata lesaran at meta um, men lítið er at ivast í, at individualisman ella narcissisman, sum eyðkennir postmodernistiska tíðarrákið, sæst aftur í føroyskum politikki, treyðugt so. Vit politikarar eru partur av okkara tíð, og eru tí eisini fangaðir í hesum narcissistiska meldrinum, har tað snýr seg um at vinna nakrar minuttir av fame í sjón- og útvarpið til tess at tekkjast veljarunum, og fyri at røkja okkara persónligu politisku áhugamál til tess at blíva aftuvald/ur. Mangan hoyrist eisini millum fólk, at tey velja persónar og ikki flokkar, persónar, sum umboða just teirra virðisgrundarlag. Sostatt flyta politikkararnir seg eisini við tíðini og broyta harvið eisini atburð til tess at vinna veljaran og hansara virðisgrundarlag, um tað er av materiellum, etiskum ella religiøsum slag.
Tað, sum er harmiligt er, at tað ikki longur er nakað yvirskipað mál, sum savnar okkara politiska landslag, og fyri meg persónliga, er tað serliga visjónin um eina sjálvbjargnar Føroyar, sum er fullkomiliga mist úr eygsjón. Sum ein summardag, tá herviliga mjørkin køvir landið, er tjóðskaparstríðið køvt av í toku.
Tað er bæði gott og neyðugt at loysa politisk stórmál, sum hvørt landsstýrisfólk er sett til fyri at loysa, og gamaní hava vit sera stórar avbjóðingar at loysa hvønn dag, men um onki yvirskipað mál er og ongin verulig vísjón er fyri føroysku tjóðina, er vandi fyri, at føroyskur politikkur degenererar, og harvið stendur øll politiska skipanin og í síðsta enda samfelagið alt fyri hóttafalli.
Makrelstríðið
Tikið verður til, at tá tíðirnar eru góðar, hevur tjóðskaparhugsjónin tað gott, og tjóðskaparpolitikkurin stendur í blóma, meðan tá vit hava búskaparliga niðurgongd, fær sambandshugsjónin størri vald og undirtøku. Men hóast vit kunnu siga, at vit hava góðar tíðir og gongd er komin í føroyska búskapin, so er tjóðskaparhugsjónin horvin úr eygsjón, og tað er órógvandi.
Tað eru tó glottar at hóma. Undir makrelstríðnum og í tilgongdini til tess at vinna føroyingum størri kvotu av pelagiska tilfeinginum, merkti man eitt samanhald millum føroyingar. Øll stóðu vit saman í politisku skipanini um okkara sterka fiskimálaráðharra um at vinna føroyingum rættindini til okkara sjálvsagda tilfeingi. Ein farri av tjóðskapi fór aftur at hóma, og optimisman millum føroyingar og millum fólk í vinnuni fór at spretta. Samanhaldið gjørdi okkum sterk. Treystið millum føroyingar er eisini gott í løtuni, tað vísir treystitalið hjá fíggjarmálaráðnum, men hóast allir pílar venda rætta vegin, er tað ikki nakað, sum bendir á, at tjóðskaparhugsjónin vinnur fram í politiska landslagnum og millum føroyingar sum heild.
Tað er sjálvsagt trupult at fáa øll at vera tjóðskaparfólk eins og tað er trupult at fáa allar føroyingar at vera sambandsfólk, men tann óhepna symbiosan millum samband og loysing eigur at kunnu loysast eins og øll onnur stórmál kunnu loysast við breiðum semjum. Tað eigur at bera til at finna tað felags stevið, sum skal til tess at fáa allar føroyingar at kenna seg tryggar við eina sjálvbjargniskós, sum ber á mál.
Tað er so freistandi, nú vit seta hol á síðsta tingárið í hesi tingsetuni, og løgtingsval er í eygsjón, at vit taka fram støvuta retorikkin um loysing og samband til tess at tekkjast nøkrum veljarum hendan og hinvegin. Lætt er at lasta hvørjum øðrum tað, sum farið er, men tað loysir ongar truplleikar og ber sjáldan á mál. Mín vón er, at hetta tingárið fer at flyta mørk, at politisku flokkarnir taka lógvatak saman fyri at finna eina breiða politiska semju um tjóðskaparmálið, sum gagnar føroyska samfelagnum, og hetta merkir sjálvsagt, at allir flokkar mugu flyta seg til tess at finna ta breiðu semjuna, og tað krevur politiskan vilja og hegni. Lat hetta árið ikki blíva sum ”Det forsømte forår” hjá Hans Sherfig, men latið okkum hegnisliga og hóvliga gera tað, sum skal til, til tess at loysa veruliga gordiska knútin i føroyskum politikki, nevniliga knútin millum loysing/samband, og finna miðleingina millum føroyingar, føroyska samfelagnum og føroyska fólkinum at frama.
Góða Òlavsøku