Niðurstøðan hjá Búskaparráðnum er, at neyðugt er at fremja nýskipanir beinanvegin, sum kunnu betra um haldførið í føroyska búskapinum.
Í fyrstu atløgu mælir Búskaparráðið til at seta í verk fíggjarpolitiskt regluverk, sum tey rópa tað.
- Hetta regluverk skal seta hámark fyri árliga vøkstrinum í almennu rakstrarútreiðslunum. Almennu inntøkurnar og útreiðslurnar skulu framskrivast 10-20 ár fram so hvørt, sum politisk tiltøk verða skotin upp.
Átøk skulu fremjast, sum økja arbeiðsútboðið.
- Serskipanir, sum minka um arbeiðsútboðið í Føroyum, skulu avtakast, eitt nú serskattaskipanir til føroyingar, sum arbeiða uttanlands.
Eitt av tilmælunum er, at pensjónsaldurin skal hækkast.
- Stytt arbeiðsvika fer at minka um arbeiðsútboðið, sigur Búskaparráðið.
Í tilmælunum er eisini, at serskipanir, sum føra til, at búskapurin ikki tillagar seg náttúrliga, eiga at verða avtiknar.
- Her er talan um eitt nú fiskavirkisskipanina og sjómansfrádráttin, sigur Búskaparráðið í sínum tilmæli.
In.fo var við til framløguna fyrrapartin, og vit fara at venda aftur til ymiskt av tí, sum formaðurin, Fróði Magnussen, segði.
Umframt Fróða Magnussen, eru hesi í Búskaparráðnum: Jan Otto Holm, Johnny í Grótinum, Sanna Laksá og Helena Andreasen.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##