Neyðugt at hækka pensjónsaldurin

Verður pensjónsaldurin ikki hækkaður, hava vit ikki ráð til pensjónir

 

Tað verður neyðugt at hækka pensjónsaldurin, tí annars fáa vit ikki tálma útreiðslunum  

 

Tað staðfestir Annka Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Nú á miðdegi greiddi hon Løgtinginum frá, at ein bólkur við embætisfólki í Almannamálaráðnum hevur gjørt eina útgreining av pensjónsviðurskiftini.

 

- Eitt tilmæli hjá bólkinum er, at í fyrstu syftu skal pensjónsaldurin hækka eitt hálvt ár í 2018, so at hann verður 67 og eitt hálvt ár, staðfestir Annika Olsen.

 

Hon sigur, at hon miðjar eftir at fáa undirtøku í øllum Løgtinginum fyri einari nýggjari pensjónsskipan.

 

Rodmundur Nielsen heldur, at tað hevur týdning at loysa hetta málið, tí pensjónsnýskipanin er rættiliga grundleggjandi.

 

Bjørt Samuelsen heldur, at í longdini mugu vit hugsa um, at fólk liva longri og eru arbeiðsfør longri.

 

- Men fólk, sum eru komin upp í árini, mugu føla seg trygg við, at teirra pensjónsaldur ikki hækkar, tí tað er púra óforsvarligt, heldur hon.

 

Hendrik Old, sum reisti spurningin í morgun, heldur, at tað er einki so primitivt, sum at hækka pensjónsaldurin við einum skotbrái upp á bara fýra ár.

 

Annika Olsen er samd í, at tað er neyðugt at fráboða í góðari tí, hvussu pensjónsaldurin verður í framtíðini.

 

- So má ein politisk semja til at staðfesta um tað skal vera í 2018, í 2023, ella 2028 og tí vónar hon, at alt Løgtingið kann semjast um málið.