Neyðugt at dagføra stevnumiðini

Tjóðveldi samtykti á eyka floksfundi eina dagførda stevnumiðini hjá flokkinum

 

 

Grundsjónarmiðini eru framvegis tey somu. Nevnliga at Føroyar skulu verða sjálvstøðug tjóð.

 

Men skal tað verða veruleiki, so er eisini neyðugt, at viðurskiftini í Føroyum verða skipað, so vit virða allar borgarar í landinum, og øll skulu javnbjóðis rættindini til at smíða sína egnu eydnu.

 

Tað sigur Høgni Hoydal, eftir at Tjóðveldi á eyka flokstingi um vikuskiftið samtykti dagførdu stevnumiðini hjá flokkinum.

 

Eisini vísir hann á, at nú flokkurin hevur dagførd stevnumið innan allar høvuðstættir í samfelagnum, er Tjóðveldi eisini væl brynjað til komandi valstríðið, har tey kunnu melda greitt út, hvussu tey ynskja at skipa føroyska samfelagið.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum Høgni Hoydal segði um dagførdu stevnumiðini, tá hann í dag var í rásarúminum hjá Rás2.