El-Service syrgir fyri ljósinum og tøknini

- Tøknin hevur riggað sera væl, og higartil hevur tunnilin ongantíð verið stongdur, tí tøknin sveik, sigur John E. Olsen, stjóri í El-Service, sum ger allar instalatiónir og tøkni í undirsjóvartunlunum.

Tað er fyritøkan El-Service á Skála, sum hevur alla el-skipanina og tøkligu skipanina í Sandoyartunlinum, og saman við einum norskum felag gjørdi El-Service eisini allar instalatiónir og tøkni í Eysturoyartunlinum.

 

- Tað eru 94 neyðtelefonir í Eysturoyartunlinum, og 88 neyðtelefonir verða í Sandoyartunlinum. Allar hesar telefonir standa um Føroya Tele í beinleiðis sambandi við Alarmsentralin, sigur John E. Olsen.

 

Stjórin í El-Service fegnast um, at tøknin í Eysturoyartunlinum hevur riggað sera væl, og higartil hevur tunnilin ongantíð verið stongdur, tí tøknin sveik. 

 

- Í vikuni vórðu royndir gjørdar í Eysturoyartunlinum, har øll trygdarútgerðin varð roynd, og her riggaði alt, sum tað skal, sigur John E. Olsen, sum vísir á, at allar neyðtelefonirnar í tunlinum vórðu royndar.

 

Hann vísir á, at í slíkum føri, tá útgerðin í sonevndu neyðskápunum verður roynd, verður ringt frá øllum teimum mongu neyðtelefonunum í tunlinum til Alarmsentralin, og síðan skal Alarmsentralurin ringja aftur. 

 

- Í neyðskápunum, har telefonirnar eru, eru eisini eldsløkkjarar og í royndini, sum varð gjørd í vikuni, riggaði alt, sum tað skal, sigur stjórin í El-Service, John E. Olsen, sum eisini hevur gjørt ljósskipan og tøkni í fleiri øðrum tunlum.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar í dag, er tema um føroyska framleiðslu, og her greiðir stjórin í El-Service frá, at teir skjótt sleppa inn í Sandoyartunlinum at gera tær fyrstu uppgávurnar.