Neyðsendarin sendir enn

GULLBERG SOKKIN: Brimil er nú á veg út á staðið, har Gullberg sakk í morgun. Neyðsendarin frá skipinum flotnaði uppaftur og sendir framvegis út neyðarkall.

 

Gullberg sakk á makrelfeltinum, út við 90 fjórðingar norðanfyri Føroyar.

 

Fleiri skip vóru har á leiðini. Manningin, átta menn og ein kvinna, varð øll flutt yvir á Sjagaklett.

 

Tyrlan og Brimil fingu boð um at fara til hjálpar. Men tað hevði tikið bjargingartyrluni ein lítlan tíma at komið á staðið, og tí hevði manningin verið noydd at farið í bjargingarbátarnar, um ikki onnur skip vóru á leiðini. Manningin varð flutt yvir á Sjagaklett við mob-bátunum hjá Niels Paula og Atlantic Orion.

 

Klokkan 09:01 í morgun boðaði Niels Pauli frá, at Gullberg er sokkin á positión 63º30,5 N 007º15,7V.

 

Hoyr samrøðu við Edvard Bjarnason, leiðara á MRCC-Tórshavn, við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Myndin er tikin, tá Gullberg er um at søkka.