Neyðrakett men eingin neyð

Leygardag seinnapart fekk MRCC-støðin eina fráboðan frá løgregluni, um at bátar, ið lógu eystanfyri Føroyar, høvdu sæð eina neyðrakett úr einum útsynningi av Borðoynni.


- Talan var um ein lítlan bát, ið hevði fingið motorsteðg. Teir valdu so at senda eina neyðrakett upp, hóast teir aldrin vóru í neyð, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.


Tað var ein annar smábátur, ið var á leiðini, ið kom fram á uppsteðgaða bátin og sleipaði hann til Havnar.